Allir sjúklingar skulu fáa onkran við sær - fyri einki

Allir sjúklingar, sum verða sendir uttanlands til serviðgerð, skulu fáa onkran í familjuni við sær fyri einki. Og í serstøkum føri skulu sjúklingar fáa tveir fylgjarar  við sær. Tað halda teir báðir løgtingsmenninir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen.

 

Og nú hava teir lagt uppskot fyri Løgtingið um at allir sjúklingar, sum verða sendir uttanlands, skulu fáa fylgjara við sær. Teir halda, at nógvir sjúklingar, og avvarðandi, hava havt kensluna av, brádliga at standa á einum útlendskum sjúkrahúsi og føla seg hjálparleysan og sleptan upp á fjall.

 

Og oman á alt kom so vónbrotið, Heilsuverkið ikki vildi rinda fyri at fáa fylgjara við. Teir siga, at sum er, fáa bert umleið 60 prosent av teimum, ið verða send av landinum, fylgjara við sær.

 

Hetta er annars triðju ferð, at uppskotið verður lagt fyri tingið. Uppskotið var frammi á vári 2016, men fall burtur, tí tað ikki var liðugt viðgjørt tá ið tingsetan endaði. Uppskotið varð eisini lagt framm seinni saman ár, men tað fall, tí 14 atkvøddu fyri, og 14 atkvøddu ímóti.

 

Men undir viðgerðini fekk Trivnaðarnevndin upplýst, at av teimum umleið 2200 sjúklingunum, sum í miðal verða sendir av landinum til kanningar ella viðgerð, eru umleið ein triðingur krabbameinssjúklingar. Flestu sjúklingar verða vístir til Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, tó verða nakrir sendir til Íslands.

 

Eisini varð upplýst, at sum er fáa umleið 60 prosent av teimum, ið verða send av landinum, fáa onkran í familjuni. Tilsamans vóru fylgjararnir 1550 í tali, og av teimum eru einir 400 fylgjarar hjá børnum undir 18 ár. Tilsamans er hetta mett at  kosta ímillum seks og sjey milliónir krónur.

 

Hvussu nógv tað fer at kosta at øll fáa fylgjara við, veldst um, hvussu nógv taka av tilboðnum. Men taka øll av tilboðnum, fer tað, leysliga mett, at kosta nakrar fáar milliónir krónur. Við í  kostnaðinum eru útreiðslur til ferðing og uppihald ta tíðina fylgjarin er burtur.

 

Teir báðir í Miðflokkinum siga eisini, at tá ið uppskotinum vóru til viðgerar í 2016, vóru tað fólk, sum mettu, at tað er neyvan nøkur sparing í at nokta nøkrum fylgjara, tí tað er skjótt at fáa ein skelk, tá tú ert einsamallur, og tá er kanska longri at koma fyri seg aftur.

 

Tað verður hedur ikki mett, at hetta fer at verða misbrúkt, tí fylgjarin missir arbeiðsinntøku, tá hann er við og sostatt fer neyvan nakar við sum fylgjari, uttan at hetta er neyðugt. Tá ið uppskotini vórðu til viðgerar seinast, vóru umboð fyri sjúklingafeløg spurd, eitt nú umboð fyri Krabbameinsfelagnum. Og hjá teimum var eingin ivi, tí tey beinleiðis heitti á Løgtingið um at samtykkja hetta sum skjótast.

 

Tey upplýstu eisini, at hjálpargrunnurin hjá Krabbameinsfelagnum verður næstan bara brúktur at rinda fyri fylgjara, ið Heilsuverkið ikki vil rinda fyri.

 

Bill Justinussen og Jenis av Rana vísa á, at tað er ein skelkur at verða raktur av sjúku, og tí hevur tað týdning at hava onkran at bera sítt einsemi, sín ótta og allar sínar tankar við. Og tað er eisini gott at hava onkran at lurta saman við sær, tá ið læknar greiða frá sjúku og viðgerð.

 

Annars hava heilsustarvsfólk hildið, at pengarnir eru betri brúktir í øðrum økjum í Heilsuverkinum. Teir í miðflokkurin eru samdir í, at nógv øki í heilsuverkinum tørva hægri játtan, men teir halda, at eitt av heimsins ríkastu londum hevur ráð at veita hjálp bæði til fylgjarar og viðgerðir á sjúkrahúsunum – og at rinda, hvat tað kostar.

 

– Men skuldi samgongan havt trupulleikar við at finna pening í landskassanum, vísa vit fegin til tær ovurhonds upphæddir, sum verða fyltar í búskapargrunnin. Alt gott um at leggja niðurfyri í góðum tíðum, men tað kann als ikki rættvísgerast, at hetta gongur út yvir vælferð teirra, sum her búgva, siga Bill Justinussen og Jenis av Rana.