Fríggjadagin 20. mai fara allir sóknarprestarnir til Íslands. Steðgað verður eitt langt vikuskifti, og farið verður heimaftur mánadagin 23. mai 2016.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni, at ætlanin við ferðini er at styrkja tey persónligu, sosialu og fakligu atlitini, ið nema kall og embæti prestanna.
Kirkjuliga røktin heima í Føroyum hesar dagarnar verður fyri tað mesta latin teim eldru prestunum í hendi eftir skipaðum viðurskiftum. Afturat teim eldru virka yngri kreftir, ið ikki eru í føstum embæti.
– Biskupur er kirkjuliðunum og viðskiftafólki kirkjunnar takksamur fyri jaliga móttøku av líknandi átøkum undanfarin ár. Tó, hetta er á fyrsta sinni, at sóknarprestarnir sum bólkur fara av landinum samstundis, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.










