Allir plattaframleiðarar góðkendir

Nú plattaframleiðslan á Verkstaðnum á Brekku í Klaksvík er góðkend, eru øll virki, sum framleiða plattar í Føroyum, góðkend.

Nú plattaframleiðslan á Verkstaðnum á Brekku í Klaksvík er góðkend, eru øll virki, sum framleiða plattar í Føroyum, góðkend.

 

Tað veit Umhvørvisstovan at siga í dag. Lagt verður aftrat, at virki, sum framleiða plattar og annað pakkitilfar úr timbri til nýtslu í millumtjóða samhandli, skulu hava góðkenning til hesa framleiðslu.

 

- Virki skulu søkja um góðkenning ella endurnýgging av góðkenning hjá Umhvørvisstovuni, sum eisini hevur eftirlit við skipanini.

 

Umhvørvisstovan veit at siga, at góðkenningarskipanin varð broytt við  kunngerð nr. 72 frá 3. juni 2013 - um góðkenning av virkjum, sum framleiða, umvæla og endurnýggja pakkitilfar o.a. úr viði.

 

- Seinasta virkið, sum nú er endurgóðkent eftir nýggju kunngerðini, er Verkstaðurin á Brekku í Klaksvík, sum er ein vardur verkstaður undir almannaverkinum.

 

Umhvørvisstovan veit at siga, at í løtuni hava fimm virki góðkenning at framleiða plattar. Tey eru Atlantshav í Funningsfirði (mynd), Hvannagjógv á Tvøroyri, Steinhólm á Toftum, Steinhólm í Ørðavíkarlíð og Verkstaðurin á Brekku í Klaksvík.