Allir partaeigarar hava fingið upplýsingar

Síðani greinin um Thor og felagið Ocean Group stóð í seinastu útgávu av Vinnuvitan, hava aðrir partar í málinum gjørt viðmerkingar og lagt okkum undir ymiskt, sum ikki er í tráð við veruleikan.

Tíðindaskriv

P/F Thor

 

Tað, sum stendur í nevndu grein, sum byggir á eina samrøðu við okkum báðar, kunnu vit standa inni fyri og vit ætla okkum ikki undir nakað longri tjak um málið. Nevnda grein lýsir okkara fatan av málinum og fólk kunnu so sjálvi meta um málið eftir at hava lisið tær viðmerkingar, sum hava verið til greinina.

Bert hesar fáu viðmerkingarnar til greinina hjá Magnus Gudmundsson og Elias Christophersen í Sosialinum tann 7. mai 2007:

Eingin partaeigari hevur nakrantíð biðið okkum um upplýsingar, ella biðið um at fáa fund uttan at slíkt ynski er eftirlíkað.

Tað fyrsta vit hoyrdu um, at onkur partaeigari møguliga var ónøgdur við viðurskifti í felagnum var tá vit fingu bræv frá íslendskum advokati við ynski um fund. Tann fundurin var hildin í Hósvík.

Hetta var eftir at allir hesir partaeigar høvdu skrivað undir eina avtalu, har teir bundu seg at selja partabrøvini saman og vit vita fyri vist at teir eisini høvdu fingið boð uppá teirra partabrøv uttan at vit vóru kunnaðir.

Á fundinum í Hósvík vórðu vit spurdir um ymisk roknskaparlig viðurskifti, ma. um tað rokning, teir báðir í greinini nevna. Sjálvandi eru øll fíggjarligu viðurskifti okkara í lagi og vit bjóðaðu teimum at koma at kanna øll viðurskifti, evt. saman við grannskoðara, men tað tilboðið tóku teir ikki av.

Viðvíkjandi tí láni frá Eik, sum teir nevna, er at siga, at tey viðurskiftini eru øll lýst í partaeigarasáttmála. Talan er um eitt lán, sum frá byrjan varð avtalað.

Sum nevnt er alt tað, sum stendur í fyrru blaðgrein okkara rætt, men vit skulu tó viðganga at vit ikki áttu at kalla nakran fyri landasvíkjara, ella quisling. Tey orðini taka vit aftur.

Hósvik, tann 9. maj 2007