Allir menn eiga at kannast

Allir menn omanfyri ein ávísan aldur eiga at vera screenaðir fyri krabba í prostata, heldur Eirikur Simonsen

Allir menn omanfyri ein ávísan aldur eiga at vera screenaðir fyri krabba í prostata, heldur Eirikur Simonsen.

 

Í gjárkvøldi skipaði Krabbameinsfelagið fyri kunnandi fundi um menn og krabbamein. Tiltakið var einans fyri menn, og okkurt um 300 menn møttu.

 

Eirikur Simonsen, sum sjálvur hevur havt krabba, er í dag formaður í prostatabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum.

 

Hansara tilmæli er heilt einfalt, at allir menn omanfyri ein ávísan aldur eiga at vera kannaðir fyri krabba í prostata.

 

Hoyr samrøðu við Eirik Simonsen við at trýsta á pílin undir myndini.