Heilsufrøðiliga starvsstovan kannaði heimaframleidda vøru í einum lítlum parti av matvøruhandlunum í Føroyum í desember mánað í 2019.
Endamálið við átakinum var at kanna um brúkarin fær nøktandi upplýsing um heimaframleiðslu.
Hugt varð eftir, um heimaframleidd vøra í handlum varð merkt á rættan hátt. Eisini varð hugt eftir, um veitarin var skrásettur sum heimaframleiðari, og um vøran varð hildin atskild frá aðrari vøru.
Samanumtikið vísti kanningin, at minni enn helvtin av heimaframleiddu vøruni, var merkt á rættan hátt. Flestu vørurnar høvdu navn á framleiðara, men bara 38 % merktu “Óløggild og unauthorized”.
– Mett verður, at hetta átak hevur økt um kunnleikan og ansnið hjá matvøruhandlum at eftirhyggja, um heimaframleidd vøra er í lagi at selja, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Øll frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni undir "matur og matvøruframleiðsla", "kunning til borgaran", "átaksfrágreiðingar".