Hetta sigur Levi Nybo, sum telist millum teir royndu leikararnar á H71 liðnum, hóast sín unga aldur. Levi hevur í nógv ár verið ein tryggur síðsti skansi hjá hoyvíkingum, og nú fleiri av eldru leikarunum eru givnir, fara teir at hava enn størri tørv á góðu evnunum hjá Leva í málinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Spæla skjótan hondbólt
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Levi sigur, at nógv er broytt fram til komandi kappingarár. H71 hevur mist nógvar leikarar, so tað verður eitt rættiliga nýtt lið, vit fara at síggja. Serliga bakketan verður øðrvísi mannað, og hetta fer eisini at ávirka spælistílin hjá liðnum nakað: Vit hava í nøkur ár spælt við stórum skjúttum í bakketuni, men nú eru flestu av teimum ikki í felagnum longur. Tí mugu vit geva yngri kreftum møguleikan, og hetta ger, at okkara álopsspæl fer at vera nógv skjótari, enn tað hevur verið áður.
Í sama viðfangi sigur hann, at liðið eisini er farið at spæla við fleiri kontraálopum, og hann viðgongur, at hetta setir stór krøv til ein málmann.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Allir mans mugu taka ábyrgd
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Málverjin sigur tað eisini vera týdningarmikið, at allir mans taka ábyrgd: Tá vit spæla eitt so ungt og óroynt lið til, so er tað týdningarmikið, at menn ikki eru bangnir fyri at taka ábyrgd. Ikki bert leikararnir við nógvum royndum, men eisini teir ungu, tí teir skulu jú bera liðið víðari um nøkur ár.
Levi leggur afturat, at av tí at so nógvir eru farnir burturav, so er breiddin ikki tann heilt stóra. Tískil hava hoyvíkingar ikki ráð at missa ov nógvar leikarar.
Levi endar við at siga, at sjálvt um fólk ikki vænta so heilt nógv av H71, so trúgva allir leikararnir uppá, at H71 kann fáa eitt gott úrslit í ár: Ja, vit fara út fyri at vinna hvønn dyst, og eg haldi heilt víst, at allir leikararnir trúgva upp á seg sjálvur og H71 sum eitt lið, so tað sær spennandi út.










