Allir leikararnir hjá HM-vertstjóðini spæla í heimlandinum

Her er HM-hópurin hjá Katar

Synd at siga, at vit kenna nakran leikara hjá HM-vertstjóðini Katar.

 

Og tað er ikki uttan orsøk, tí teir spæla allir í heimligu fótbóltsliguni.

 

Katar er í innleiðandi bólkaspælinum í bólki saman við Ekvador, Senegal og Niðurlondum.

 

20. november spælir Katar HM-setanardystin móti Ekvador. 

 

25. november spælir Katar móti Senegal. 29. november eru Niðurlond mótstøðuliðið. 

 

HER er HM-hópurin hjá Katar: 

 

Málverjar: Saad Al Sheeb (Al Sadd), Mishaal Barshim (Al Sadd), Youssef Hassan (Al-Gharafa).

Verjuleikarar: Pedro Miguel (or Ró-Ró) (Al-Sadd), Abdul Karim Hassan (Al-Sadd), Tariq Salman (Al-Sadd), Musab Khader (Al-Sadd), Hammam Al-Amin (Al-Gharafa), Bassam Al-Rawi (Al-Duhail), Boualem Khoukhi (Al-Sadd), Jassem Jaber (Al-Arabi).

Miðvallarar: Abdulaziz Hatem (Al-Rayyan), Muhammad Waad (Al Sadd), Ali Asad (Al Sadd), Salem Al Hajri (Al Sadd), Karim Boudiaf (Al-Duhail), Asim Madbo (Al-Duhail), Mustafa Tariq Mishaal (Al Sadd)

 

Áleyparar: Akram Afif (Al Sadd), Ahmed Alaa (Al-Gharafa), Muhammad Muntari (Al-Duhail), Hassan Al Haidos (Al Sadd), Ismail Muhammad (Al-Duhail), Khaled Munir (Al-Wakra), Al-Moez Ali (Al-Duhail), Nayef Al-Hadrami (Al-Rayyan).