Tað upplýsa kinesisku heilsumyndugleikarnir.
Hildið verður, at koronavirusið hevur sín uppruna í Wuhan í Hubei-landspartinum í desember í fjør. Landsparturin var leingi miðdepulin fyri sera smittandi virusin.
– Tað síðsta nýggja er, at tan 26.april er talið av nýggjum koronasjúklingum í Wuhan null takkað verið einum felags innsatsi frá heilsustarvsfólkunum í Wuhan og restini av landinum, sigru Mi Feng, talsmaður hjá heilsunevndini.
46.452 fólk hava fingið staðfest koronasmittu í Wuhan. 3869 fólk eru deyð í Wuhan eftir at hava verið smittað sambært almennutølunum.
/ritzau/Reuters