Allir klárir til páskalittar uppgerðir

Páskalitir fara at prýða Gundadal um páskirnar, tá fyrst B71 og so GÍ í sínum gul-bláu búnum koma á vitjan hjá HB, sum hevur allar mans tøkar og landsliðsleikararnar úthvíldar

HB kom flúgvandi frá byrjan og smurdi Skála av á útivølli. Hetta gjørdu teir, samstundis sum landsliðsleikararnir Jákup á Borg og Christian Høgni Jacobsen ikki komu inn fyrr enn nakað inn í seinna hálvleik, og Rógvi Jacobsen stutt eftir steðgin.
Tætta skráin um páskirnar og strævna landsliðsferðin í Georgia var orsøkin til, at Krzysztof Popczynski valdi at spara nakrar leikarar farna sunnudag, so venjarin hevur ikki bara allar mans tøkar, men eisini úthvíldar landsliðsleikarar at taka av.
HB hevur annars mangan havt tað trupult á Skála, men stórsigurin hevur av álvara sparka havnarliðið í gongd, og nú fara teir eftir seks stigum tilsamans móti B71 skírisdag og GÍ annan páskadag.
Eingin ivi skal vera um, at HB er stórfavorittar til dystin móti B71 í morgin, men mánadagin er uppgávan heldur torførari, tá GÍ vitjar. Tí skurarnir høvdu takið á meistarunum í fjør. Teir vunnu teir báðar fyrstu dystirnar við einum málið hvørja ferð, men vóru settir so dyggiliga upp á pláss seinasta dystin teirra millum, tá HB vann við fýra málum móti einum.
Spennandi verður at fylgja hesum dysti, eins væl tað verður at fylgja dystinum móti uppflytarunum, tí HB krevur fulla úrtøku úr dystunum báðum.