Ongantíð hava so nógvar tjóðir verið umborð á Norrønu sum nú, hon liggur sum hotellskip í sambandi við umhvørvisdagarnar í Keypmannahavn.
Gestirnir koma úr øllum heimspørtum, og talan er bæði um diplomatar, NGO´arar, tíðindafólk og onnur, sum eru komin á vitjan í danska høvuðsstaðnum.
Meðan Norrøna liggur í Keypmannahavn, ber til hjá øllum at koma umborð at fáa sær ein góðan bita og hugna sær. Matstovan hevur opið hvørt hvøld, og í Naust Club er livandi tónleikur við írska trubadurinum Doc. Esiini verður dansur í Viking Club.
18. desember verður føroyakvøld umborð á Norrønu. Tónleikur verður við Finni Jensen, Magna Christiansen Duo og DJ Neon.