Allar seks manningarnar, sum um hálvgum fimm tí_ina í dag fara út undir Argjahøvda at gera klárt til ársins sí_sta FM ró_ur, gera ta_ í vónini um, at ta_ skal eydnast teimum at vinna ólavsøkuró_urin.
Nólsoyingurin og Havnarbáturin kappast um FM heiti_. Kappast ver_ur um Fiskasølusteypi_. Fyri at vinna fer_asteypi_ til ognar skal ta_ vinnast tríggjar fer_ir á ra_ ella fimm fer_ir í alt. Eysturoyingur og Havnarbáturin hava vunni_ ta_ f_ra fer_ir í part. Um Havnarbáturin vinnur FM í dag, so fáa teir bæ_i í posa og sekk. Teir vinna í heimasjógvi, teir vinna FM, og teir vinna Fiskasølusteypi_ til ognar.
- Vit trúgva uppá, at ta_ fer at bera til. Áhugin fyri Havnarbátinum er sera stórur í høvu_ssta_num, og vit fara at gera okkara besta. Onkrar justeringar hava vi_ gjørt í ró_rarlagnum, nú teinurin er 901,35 metrar, men ta_ er einki solei_is at tosa um, sigur Magni Brø_raberg, bátsforma_ur á Havnarbátinum.
Hvør er favorittur?
- Ta_ er Nólsoyingurin. Hann hevur ró_ sera væl, og teir hava vunni_ tvær tær seinastu fer_irnar - bæ_i á styttra og longra teininum. Men vit fara at gera alt ta_, sum vit eru mentir, fyri at taka sigurin frá teimum, sigur Magni Brø_raberg, sum roknar vi_, at munurin millum nummar eitt og seks neyvan fer at ver_a meiri enn eini tvey sekund.
Sjálvsáliti_ er í lagi
Nólsoyingar vandu sí_stu fer_ sunnudagin. Teir eru púra tryggir um, at ta_ skal eydnast teimum at vinna í dag og harvi_ at vinna fyrsta FM heiti_ sí_ani í 1989.
- Mánadagin vóru vit ikki saman. Í kvøld fara vit at eta saman, og so ver_ur sjálvandi tosa_ um ólavsøkuró_urin og kappró_ur í síni heild, seg_i Nicolaj Falck, bátsforma_ur á Nólsoyingi í gjár, og hann helt fram:
- Úrslitini seinastu fer_irnar hava havt vi_ sær, at sjálvsáliti_ er stórt. Undanfarnu árini hava vit kanska hugsa_ ov nógv um, hvat hinir ætla og gera. Hesa fer_ hugsa vit bara um okkum sjálvar. Vit fara at halda okkum til okkara ætlanir, og so mugu vit síggja, hvat fer at spyrjast burturúr.
Rokna vi_ Nólsoyinginum
Umframt Nósloyingin og Havnarbátin hevur ein annar bátur vunni_ í ár. Ta_ er Vágbingurin, sum á Jóansøku vann í hemasjógvi. Vágbingur hevur vant nógv á Havnarvág í ár, og tá i_ teir sunnudagin vandu fyri sí_stu fer_, var ta_ á Havnarvág.
- Ta_ hevur gingi_ hampuliga væl. Um alt stemmar hjá okkum, so halda vit okkum hava møguleika at vinna í dag. Men ta_ er eingin ivi um, at Nólsoyingur er favorittur at vinna FM. Teir hava ró_ sera væl, heldur Johan Sofus Muller, bátsforma_ur á Vágbingi.
Hjá Hoyvíkingi hevur ikki gingi_, sum teir høvdu ætla_. Hví, hvat og hvussu hava hoyvíkingar ikki vilja_ tosa_ naka_ serligt vi_ pressuna um. Men Halgir Dahl Olesen, bátsforma_ur, heldur, at teir eiga at hava møguleika at enda ró_rarári_ betri, enn ta_ higartil hevur roynst. Hann vil einki siga um ta_, men á ø_rum skilst, at teir umbor_ á Hoyvíkingi hava rokera_ eitt sindur vi_ fólkinum undan Ólavsøku.
Hvør ver_ur meistari?
-Ta_ ver_ur Nólsoyingur. Teir hava víst serliga sinniliga styrki í ár. Ta_ fer ivaleyst at hava avgerandi t_dning í dag.
Veteranurin umbor_ á Eysturoyingi er Sámal Hansen, sum hevur smí_a_ øll 10-mannaførini, sum rógva í dag, uttan Vestmenning. Hann sigur seg eisini rokna vi_, at Nólsoyingur ver_ur meistari:
- Eg haldi, at stø_i_ í kappingini í ár hevur veri_ hægri, enn ta_ hevur veri_ undanfarnu árini. Ta_ hevur veri_ framúr tætt, og eingin hevur havt rá_ til nakran kiksara, uttan at ta_ hevur havt fylgjur. Undanfarnu árini hevur ta_ bori_ til at tiki_ ta_ mista aftur. Nólsoyngurin hevur ró_ framúr væl, og ta_ skal vilja illa til hjá teimum, um teir ikki gerast meistarar.
Og hjá tykkum?
- Ta_ hevur ikki hilnast sum undanfarnu árini. Vit hava havt marginalirnar ímóti okkum. Í tøttu kappingunum hevur ta_ fleiri fer_ir veri_ solei_is, at f_ra bátar eru komnir á mál innanfyri eitt sekund. Tá hava vit veri_ aftastir. Vi_ hesum og tveimum teimum undanfarnu ólavsøkuró_runum í huga, so mugu vit rokna vi_, at hesa fer_ fara vit at hava marginalirnar vi_ okkum, og so hava eisini vit møguleika at vinna.
Hjá Vestmenninginum hevur ta_ gingi_ illa í ár, og undan Ólavsøkuni sær ta_ einki serligt út. Lærmenninir hava bá_ir ligi_ vi_ lungnabruna. Í gjár var annar teirra framvegis seingjarliggjandi, men vestmenningar ætla sær at vera vi_ í dag, og teir vóna, at ta_ hesa fer_ skal hilnast betri, enn ta_ hevur gjørt undanfarnu fer_irnar.
Hvør ver_ur meistari?
- Alt kann henda, men ta_ skuldi veri_ undarligt, um ta_ ikki ver_ur Nólsoyingurin. Teir hava ró_ serliga væl, er metingin hjá st_rimanninum umbor_ á Vestmenningi, Bjarti Tórhalsson.










