Allir fuglfirðingar bjóðaðir í grill-veitslu

Seinnapartin í dag eru allir fuglfirðingar bjóðaðir í ókeypis grill-veitslu.

Tað var Njal Reinert Petersen, sum brádliga fekk hugskoti í gjár um at okkurt átti at verðið fyriskipað fyri allan býin, nú hann segði frá so avbera góðum veðri í dag.

- Eg ringdi til kommununa og spurdi um tað ikki var eitt hugskot, at hon bjóðaði øllum fuglfirðingum at grilla í dag og tað var leyst og liðugt alt fyri eitt, sigur hann.

Sostatt hevur kommunan bjóðað øllum til ókeypis grill og hugna niðri á sand klokkan 17.30 í dag.

Har fara tey at grilla pylsur og okkurt verður afturvið at drekka, men tað verður eisini felagssangur, harmonikutónleikur og ymiskt undirhald á skránni.

Í hesum sambandi verða fólk biðin um at hava Okkara Sangbók ella Grønu Sangbókina við, og kanska eisini okkurt at sita á.

Klokkan 18 fer Kristina Toftegaard Larsen, forkvinna í mentanarnevndini í Fuglafjarðar býráði, at bjóða vælkomin og umframt tað fara Niels Midjord, Bárður á Lakjuni og FourMENH at syngja og spæla til klokkan 21, tá ið ætlanin er at enda.