Økismenning
? At fara til Suðuroyar at ganga í skúla er onki at stúra fyri.
Hildigarð Djurhuus úr Fuglafirði er ein av næmingunum, sum júst hevur tikið prógv á nýggja Almanna- og Heilsuskúlanum í Suðuroy.
Og hon heldur, at tað hevur bara verið ein fyrimunur, at skúlin er í Suðuroy og ikki í miðstaðarøkinum.
Tá ið tað varð gjørt av, at skúlin skuldi vera í Suðuroy, og ikki í Havn, varð eitt ramaskríggj. Bæði politikarar og fakfólk vóru fullvís í, at hetta fór at forkoma skúlanum. Skúlin mátti liggja í Havn, tí tað var avgerandi, at hann var tætt við Sjúkrasystraskúlan og Landssjúkrahúsið. Tey vístu eisini á, at teir flestu av næmingunum vóru tilkomnar konur og tær fóru aldrin at hætta sær heilt til Suðuroyar at ganga í skúla.
Nú er útbúgvingin roynd í verki, tí fríggjadagin fingu teir fyrstu næmingarnir prógv.
Tískil kundi tað verið hóskandi at biðið eina av hesum tilkomu konunum um eina eftirmeting.
Og eftirmetingin er púra greið.
?Eg kann beinanvegin siga, at allir fordómar eru so púrasta gjørdir til skammar, sigur Hildigarð Djurhuus, nýklaktur heilsurøktari av skúlanum í Suðuroy.
Hon leggur afturat, at í hesum mál talar hon ikki bara fyri seg sjálva.
? Hetta eru vit allar púra samdar um, sigur hon.
Hon sigur, at tað hevur verið bæði læruríkt og spennandi at ganga í skúla.
? Hóast eg havi arbeitt í nógv ár, hava vit nú fingið eina aðra barlast.
Hon heldur eisini, at tað var stuttligt og nakað serligt at vera í tí fyrsta flokkinum, sum fekk hesa útbúgving í Føroyum.
? Vit hava eisini havt avbera góðar lærarakreftir og vit eru eru sera væl nøgdar við tíðina í Suðuroy.
Væl móttikin
Hildigarð Djurhuus sigur eisini, at tey hava verið sera væl móttikin í Suðuroy.
Næmingarnir hava búð í ymsum húsum, sum skjótt fingu navn: Eysturoyarhúsið var í Trongisvági, Sandoyar- og Klaksvíkarhúsið var í Froðba og Vágahúsið var í Válinum.
? Vit hava følt okkum sera vælkomin og suðuroyingar hava verið sera blíðir.
Hon sigur, at nógv varð tosað um, at tað var onki skúlaumhvørv í Suðuroy, men tað er ikki rætt. Vit hava skapt okkara egna skúlaumhvørvið og vit hava eisini eitt røktarfakligt umhvørvið at kalla í túnin um, tí bæði sambýli, ellis- og røktarheim og sjúkrahús er beint við, umframt at sambýli eisini er í Vági.
? Eg haldi, at tað hevur riggað sera væl.
Men tað besta við, at skúlin er í Suðuroy hevur í veruleikanum verið, at tær ikki eru slopnar heim hvørt kvøld.
? Tað hevur skat eitt sera sterkt sosialt samband ímillum okkum, sum vit ikki høvdu fingið, um skúlin var í Havn og vit fóru til húsar, hvør í sína ætt, hvønn dag eftir skúlatíð.
? Eg vil ikki siga, at hetta hevur verið so øgiliga strævið. Men hetta er ikki ein útbúgving, sum tilkomnar konur ikki koma sovandi til.
? At vit hava verið so staðbundnar, hevur eisini gjørt, at vit hava kunnað hugsavnað okkum 100% um skúlagongdina.
?Vit eru allar tilkomnar og at ganga í skúla í okkara aldri, krevur meir, enn tað krevur av yngri fólki. Tí hevur tað verið heppið fyri skúlasgongdina, at vit ikki eru slopnar heim, hvørt kvøld, tí so hevði skúla gongdin ikki verið tann sama. Tað hevur eisini ein ávísan týdning at koma burtur úr tí dagliga eina tíð, sigur Hildigarð Djurhuus.
? Eg vil til eina og hvørja tíð mæla øllum til at fara á hendan skúlan, sigur hon










