Spurningurin um næmingatalið í skúlaflokkum kann fara upp um 24 næmingar er ógvuliga aktuellur, tí sparingar á fólkaskúlaøkinum hava havt við sær, at skipanir verða gjørdar úti í skúlunum, har næmingatalið kanna fara upp um 24 næmingar.
Tað skrivar Skúlablaðið, sum hevur spurt allar politisku flokkarnar, um teir taka undir við eini broyting í fólkaskúlalógini, sum greitt sigur, at næmingatalið í einum flokki ongantíð skal fara upp um 24 næmingar – og tá ið talan er um bólkar, at tveir lærarar verða settir inn í flokkin, um talið fer upp um 24 næmingar.
Fólkaflokkurin sigur seg taka undir við eini broyting í fólkaskúlalógini, sum ásetir hámarkið at vera 24 næmingar, í hvussu er í teimum smáu flokkunum. Framsókn tekur eisini undir við hesi broytingini, í øllum førum so leingi tað ikki er granskað í, hvussu stórir flokkar virka.
Til dømis hevur Skúlin á Løgmannabreyt havt stórar flokkar í nógv ár, uttan at skipanin veruliga er eftirmett. Virkar hetta ella virkar hetta ikki? Hvat er endamálið við slíkari skipan? Hesir og fleiri aðrar spurningar mugu setast.
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Tjóðveldi taka allir undir við at gera broytingar í fólkaskúlalógini, skrivar Skúlablaðið.