Allir føroyingarnir vóru á vøllinum

Johan B. Hansen, sum alla tíðina var í verjuni hjá Horsens, var tann einasti av føroysku landsliðsspælarunum í superliguni, sum fekk stig

SUPERLIGAN

Tá ið dómararnir bríkslaðu fyri síðstu ferð í trettanda umfarinum í superliguni, sum var á skránni í vikuskiftinum, vóru tríggir føroyskir landsliðsspælarar á fremstu fótbóltsvøllunum í Danmark. Bara hjá einum teirra eydnaðist tað at fáa stig.
Johan B. Hansen var tann einasti, sum var á vøllinum alla tíðina. Hann var vinstri vongverji hjá Horsens, sum á heimavølli var partur av málleysum javnleiki móti FC Nordsjælland. Hetta var sætti javnleikurin hjá Horsens í trettan dystum. Staðfest verður í Danmark, at Horsens hevur ikki álopstyngd at spæla seg til sigrar, og tí er tað í verjupartinum, sum Johan B. Hansen er liður í, at teir verja seg til stig.
Súni Olsen varð beinanvegin eftir steðgin settur á vøllin, tá ið AaB vitjaði í Esbjerg. Sambært svenska AaB venjaran, so hevur Esbjerg í fyrsta stóra triðinginum av kappingini verið tað liðið, ið úrslitaliga hevur verið størsta vónbrotið, meðan hann heldur, at AaB hevur verið næststørsta úrslitaliga vónbrotið.
Í Esbjerg hilnaðist tað ikki væl hjá AaB, sum tapti 2-1. Súni Olsen hevði góða frísparksroynd, men bólturin fór dygst omanfyri tvørtræið. Tá ið Esbjerg fekk sigursmálið, kundi tað sæð út sum um, at Súni Olsen átti at havt verið nærri manninum, sum skoraði.
Rógvi Jacobsen var síðstu løtuna á vøllinum, tá ið SønderjyskE, sum er aftast í superliguni, hevði vitjan av Brøndby, sum er næstovast. Munurin á liðunum var ikki so ógvuliga stórur, og serliga í 1. hálvleiki megnaði botnliðið at hótta stjørnurnar. Brøndby tóktist hava tamarhald á støðuni í 2. hálvleiki, tá ið teir vóru frammanfyri 2-0, og teir høvdu møguleikar at økja um leiðsluna til 3-0. Teir søplaðu møguleikarnar burtur, og tá ið SønderjyskE eftir fríspark úr vinstru við snittara minkaði um munin til 2-1, kom rættuligur spenningur í.
Rógvi Jacobsen hevði okkurt gott innlegg, og hann var framvið fleiri ferðir, tá ið langar sendingar vórðu lagdar í nógv mannaða brotsteigin frammanfyri Brøndby málverjan, men tað spurdist ikki meiri burturúr, og so hevði SønderjyskE tapt fyri níggjundu ferðina í hesum kappingarárinum.

Toppliðini vunnu
FCK er framvegis oddalið. Teir vóru ógvuliga sannførandi, tá ið teir vunnu 3-0 í Silkeborg. Hetta var tíggjundi sigurin hjá FCK í trettan dystum, og eftir trettan umfør hava teir ikki tapt. Úrtøkan er 33 stig, og tað boðar frá framúr støðugum avrikum.
Viborg hongur væl uppi í teimum báðu stóru úr høvuðsstaðnum. Leygardagin var Viborg í Herning, og teir vunnu 1-0 á FCM, sum higartil hevur verið stórt vónbrot.
OB er á fjórða plássinum. Hesa ferð vunnu teir 3-1 á AGF, sum skifti venjara fyri tveimum vikum síðani. Spælararnir skulu pískast til at stríðast meiri fyri søkini, siga teir í AGF. Og tað er nógv at stríðast fyri, tí AGF er av álvara hótt av niðurflytingar strikuni.