Allir føroyingarnir skulu eystureftir

Europa Cup: Serliga B36 var óheppið, tá lutur í gjár var kastaður í europeisku kappingunum

Á middegi í gjár var greitt, hvørjum føroysku liðini skulu spæla ímóti í Europa Cup. Í innleiðandi umfarinum í meistarakappingini skal HB spæla móti finska liðnum FC Haka, og um føroysku greipuvinnararnir megna at sleppa upp um fyrstu forðingiina, so bíðar Glasgow Rangers, sum í fyrraárið so rudduliga gjørdi av við GÍ í somu kapping.

KÍ skal spæla móti eysturríska Grazer AK. Føroyingar kenna ikki so nógv til hetta mótstøðuliðið, men føroyingar hava gott úrslit at minnast aftur á, tá eysturríkarar hava verið mótstøðuliðið. Kendasti maður á eysturríska liðnum sigst vera venjarin, sum eitur Klaus Augenthaler, sum í síni tíð var aftasti maður og liðformaður hjá Bayern München og týska landsliðnum.

Undan lutakastinum vóru liðini flokkaði, og hini liðini, sum KÍ hevði møguleika at spæla ímóti, vóru danska Lyngby, belgiska Anderlecht og eitt slovenskt lið.

Hjá B36 var lutakastið sera óheppið, men tað var ikki óvæntað. Í flokkingini var B36 komið í bólk saman við svenska Helsingborg og fleiri eystureuropeiskum liðum, og luturin fall á turkiska MKE Ankaragücü.

Dystirnir hjá HB verða leiktir 14. juli og 21. juli, meðan dystirnir hjá KÍ og B36 skulu spælast 12. og 26. august.

Havnavliðini bæði hava útidyst í fyrra dystinum, men sleppa so á Tórsvøll í seinna dystium.

KÍ hevur harafturímóti heimavøll í fyrra dystinum móti eysturríkska liðnum, og hann skal, sambært upplýsingum frá UEFA, spælast á - Tórsvølli ...