Greitt er kortini, at ein kona boðaði løgregluni frá, at ein bilur var farin út av vegnum í svinginum í Gassadali omanfyri Vestmanna sunnukvøldið.
Løgreglan fekk fráboðan um hesa hendingina kl. 19:18, og kom á staðið. Har varð alt fyri eitt staðfestur ein illgruni um, at allir fýra menninir í bilinum vóru ávirkaðir av rúsdrekka.
Tann stóri spurningurin var, hvør teirra sum hevði koyrt bilin, tá hann fór út av vegnum. Tí gjørdi løgreglan ikki mætari enn at fáa tikið blóðroynd av øllum fýra unglingunum, sum vóru í bilinum.










