Allir dreingirnir eru bjargaðir

Í samfullar tríggjar dagar hava bjargingarfólk ført dreingirnar og venjaran út úr hellinum.

 

Í 18 dagar hava teir 12 dreingirnir og venjarin sitið inni í Tham Luang hellinum í Tailandi, men nú eru teir bjargaðir, skrivar dr.dk.

 

Tað váttar tailendska serherdeildin Thai Navy Seals á Facebook-vanga sínum.

 

- 12 ”Wild Boars” og venjari teirra eru nú komnir úr hellinum. Allir eru tryggir, skriva teir.

 

Bjargingin er endin á trimum døgum av einum hørðum bjargingaravriki í hellinum. Yvir 1.000 bjargingarfólk hava tikið lut. Enn eru tó tríggir kavarar og ein lækni eftir í hellinum, sigur serdeildin. Hesir fýra hava verið inni í hellinum hjá dreingjunum, síðani teir vórðu funnir 2. juli.

 

Teir báðar fyrstu dagarnar vórðu átta dreingir bjargaðir úr hellinum. Teir eru nú í sóttarhaldi á sjúkrahúsinum í Chiang Rai, men hava tað gott. Um fýra tíðina í morgun føroyska tíð byrjaði bjargingin so aftur.

 

Ein kavari lat lív í bjargingararbeiðinum.

Tá fóru 19 kavarar inn aftur í Tham Luang-hellið og longu um 10-tíðina var fyrsti drongurin førdur úr hellinum.