Vegna veður er Bussleiðin í Havn givin at koyra fyri í kvøld.
Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá nú.
Fleiri bilar standa fastir í kavanum í Havn í kvøld, og tað er yvirhøvur illa koyrandi.
Tað er ikki bara í Havn, at koyrilíkindini eru vánalig. Soleiðis er skilið um alt landið í kvøld.
Sunda Kommuna hevur eitt nú eisini boðað frá, at bussar har gevast at koyra (leið 1 og leið 2).
Og so er tað slett ikki koyrandi á Vestmannavegnum, har bilar standa fastir, og ringt er at grava. Tí hevur kommunan har heitt á borgarar um ikki at koyra óneyðugt.
Landsverk ávarar um ring koyrilíkindi soleiðis:
GEV GÆTUR: Vestmannavegurin er stongdur fyri í kvøld og letur ikki upp aftur fyrrenn grivið verður ígjøgnum í morginárini. Tað eru ring koyriklíkindir á Sandoynni. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og til Haldórsvíkar. Tað eru sera vánalig koyrilíkindir á Elduvíkarvegnum, til Funning, á Eiðisvegnum og Saksunarvegnum. Givist verður at grava á Oyggjarvegnum kl. 19.
14.12.2022
19:55
- Gjáarskarð - kl. 20:49 Skrið, í hvirlunum upp til 30 m/s
- Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 20:50 Skrið, í hvirlunum upp til 31 m/s
- Gøtueiði - kl. 20:49 Boða verður frá hálku
- Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 20:50 Boða verður frá hálku
- Á Sandavágshálsi - kl. 20:50 Boða verður frá hálku
- Dalavegur til Viðareiðis - kl. 20:43 Roknast kann við hálku
- Klaksvík, Gerðabøur - kl. 20:50 Roknast kann við hálku
- Gjáarskarð - kl. 20:49 Roknast kann við hálku
- Runavík - kl. 20:55 Roknast kann við hálku
- Tjørnuvíkarvegurin - kl. 20:50 Roknast kann við hálku
- Streymnes - kl. 20:50 Roknast kann við hálku
- Norðuri í Sundum, Kollafjørður - kl. 20:50 Roknast kann við hálku
- Høgareyn - kl. 20:59 Roknast kann við hálku
- Vatnsoyrar - kl. 20:55 Roknast kann við hálku
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 20:49 Roknast kann við hálku
- Kaldbaksbotnur - kl. 20:50 Roknast kann við hálku
- við Velbastaðháls - kl. 20:50 Roknast kann við hálku
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 20:54 Roknast kann við hálku