Hvat hevur tú at siga um árið 2014?
- 2014 hevur verið eitt hendingaríkt ár, bæði samfelagsliga og persónliga. Samfelagsliga kennist framgongdin lívgandi, og persónliga kennist tað sum, at sigrarnir hava verið fleiri enn ósigrarnir. Eitt er tó vist, brátt farna árið rann avstað við fúkandi ferð. Sagt verður um tíðina, at hon kennist long hjá tí sum bíðar. Árið hjá mær gjørdist eitt ár við nógvum og spennandi uppgávum, har avgerðir og ábyrgd fylgdust.
Jákup Suni Lauritsen sigur, at hansara leiklutur sum nevndarformaður í SEV ikki minst hevur verið sera spennandi í ár.
- Saman við góðum fólki eydnaðist tað at flyta felagsskapin langt fram á grønu kósini. Bæði umhvørvisliga og búskaparliga er elfelagið á rættari leið. Tað eydnaðist okkum í felag at taka tøk náttúruni at frama, samstundis sum felagsskapurin hevur búskaparliga framgongd. Ein samhaldsføst skipan, har ágóðin liggur eftir hjá Føroya fólki.
Jákup Suni Lauritsen vísir á, at í brátt farna ári hava konan og hann enn eina ferð við størsta áhuga fylgt við í lívsgongdini hjá teirra deiligu børnum.
- Hvørt nýggjár ásanna vit umaftur, at tíðin stendur ikki í stað, og tað sæst best á okkara døtrum, sum mennast, búnast og sjálvar veljar sína lívsleið. Miðlingadóttirin fekk studentahúgvuna á høvdið og fór til USA á bíbliuskúla, yngsta dóttirin fór út á arbeiðsmarknaðin, til hon í summar fer á miðnámsskúla, og elsta dóttir okkara lesur í Keypmannahavn. Soleiðis tynnist í heimliga reiðrinum, men hetta er lívsins gongd, og eigur at vera soleiðis.
Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?
- Kona mín hevur føðingardag í dag gamlaársdag, og tí verður tað sjálvandi ein partur av nýggjarshaldinum hjá okkum. Annars fáa vit vanliga okkurt gott at eta, eitt nú ræst kjøt og annað gott. Eg havi ongantíð brúkt nógvan pening til fýrverk. Eg haldi, at tað kennist so meiningsleyst at brúka nógvan pening til slíkt.
Gevur tú nýggjárslyfti? Nei.
Hevur tú nakað nýggjársynski?
- Ja. At nýggju samskiftismiðlarnir (facebook) verða brúktir við meira viðring fyri hvørjum øðrum. At føroysku fjølmiðlarnir brúka meira tíð til vanliga føroyska borgaran enn politik. At landspolitikararnir velja at stuðla einum samhaldføstum SEV, øllum borgarum at gagni. Eg ynski eisini, at vit sum fólk ikki gloyma okkara kristnu lívsvirðir.
Hvussu metir tú útlitini fyri 2015?
- Eg vóni, at góða gongdin í Føroyum heldur fram. Í góðum tíðum skulu vit duga at leggja pening til viks, so vit hava okkurt at standa ímóti við í verri tíðum. Um landsins tilfeingi, eitt nú vatnorka, vindorka ella fiskiríkidømi – kemur okkum øllum til góðar, so vit kunnu hyggja bjartari at framtíðini. Útlitini eru góð við eitt nú lækkandi oljuprísum og kappingarførum elorkuprísum. Møguleikarnir fyri menning eru góðir í løtuni, men vit skulu duga at seta okkum mál, sum gagna øllum samfelagnum, so allir borgarar merkja framburð. Um vit harumframt minnast at takka skapara okkara fyri tað, sum er givið okkum, so verða gleðin og vælsignilsið tess størri, sigur Jákup Suni Lauritsen.










