Aftur í gjár gjørdi løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Hesa ferð var endamálið serliga at kanna eftir um bilførarar vóru edrúir. Í hesum sambandi var løgreglan við fleiri skeinkistøð og kannaði bilførarar. Har vórðu nógvir bilføraar kannaðir, men støðan var heilt góð, tí teir vóru allir edrúir.
Hinvegin fekk onkur bilførari bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu bil.