Millum jól og nýggjár verða tvey stór tiltøk. Annað verður í TB-húsinum á Tvøroyri, og hitt verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Talan er um konsertir við heimskenda bólkinum DJ Alligator.
Bólkurin hevur fyrr vitjað í Føroyum. Tað var í januar 2001. Nú leitar hann sær so aftur til Føroya, og hesaferð verða tvær konsertir ístaðin fyri ein.
Platform og Mentanarhúsið í Fuglafirði skipa fyri tiltakinum, og vónirnar fyri at fáa nógv fólk at koma at lurta eru góðar.
? Tá DJ Alligator var her seinast var so at siga útselt á Kambdali. Yvir 1000 atgongumerki vóru seld. Tá kostaðu atgongumerkini 260 krónur, men hesaferð hava vit fingið tey niður á 175, sigur Havgrímur Johannesen, sum er ein av fyriskiparunum.
Síðani bólkurin var í Føroyum seinast hevur hann fleiri hitt bæði á Top of the Pops og MTV.
Á konsertini í TB-húsinum verður DJ Kristian Joensen úr Klaksvík við, og tað heilt stóra showið verður í Mentanarhúsinum tann 28. Tá verða Eyðun & Terji, James Olsen við Frælsis-showi og diskotek.
Onki aldursmark er til konsertinar, sum eru frá klokkan 23.30 til 4.00. Atgonumerki eru at fáa á flestu Statoil støðum kring landið, og harafturat eru tey til keyps í 3´aranum og Kunningarstovuni í Havn, Haraldsen í Fuglafirði og í Tangabúðini.
Bussur fer eisini úr Havn, Strondum og Toftum til Fuglafirðar. Um tú vilt vita meira, kanst tú vitja heimasíðuna www.dj-alligator.com