Allen Boggs burtur í 40 ár

Allen Boggs er komin úr Amerika og aftur til Nólsoyar, haðani mamman er. Hann hevur ikki verið í Nólsoy í 40 ár.

 

Nú brúdleyp verður í Nólsoy um vikuskiftið, er Allen Boggs komin úr Amerika og aftur til Nólsoyar, haðani mamman er. 

 

Á facebook-síðuni - Nólsoy í myndum - eru myndir av nólsoyinginum/ amerikumanninum, sum fyrstu ferð eftir 40 ár er aftur í Nólsoy.

 

Mamma hansara, vanliga rópt Diddan, var ættað úr Nólsoy. Hon giftist fyri nógvum árum síðan í Amerika.

 

Nú Allen Boggs er aftur í Nólsoy, gongur hann túrar í bygdini og vitjar gamlar gøtur. Hann kennir seg væl aftur, men heldur eisini, at nógv er broytt øll hesi ár.

 

Á myndini stendur Allen (í miðjuni). Vinstrumegin er tað Leo Poulsen, ið er systkinabarn hansara og starvsfelagi okkara í Miðlahúsinum.

 

Maðurin høgrumegin á myndini er Michael Thomsen, sum býr saman við Vilmu Poulsen, ið eisini er systkinabarn amerikumannin við ættarbondum í Nólsoy.

 

Viðheftu mynd, sum er at síggja á facebook-síðuni - Nólsoy í myndum - eigur Evy Toftegaard Nielsen.