Allegri nýggjur venjari í Juventus

Juventus hevur longu sett navn á nýggja venjaran, eftir at Antonio Conte brádliga steðgaði sum venjari í gjár.

Í gjár bórust tíðindini um Antonio Conte gavst sum venjari í italienska stórfelagnum Juventus.

 

Les eisini: Antonio Conte gevst í Juventus

 

Í dag hevur Juventus sett navn á tann nýggja venjaran hjá felagnum. Talan er um Massimiliano Allegri, ið fyrr hevur verið venjari hjá AC Milan. Nýggi venjarin hjá Juventus sigur, at hann hevur ætlanir um, at Juventus skal fáa betur úrslit í Champions League enn undanfarin ár.

 

Eisini hevur hann gott at bera fyrrverandi venjaranum Antonio Conte.

 

-          Antonio Conte var meira enn ein venjari í Juventus. Hann hevur fyrr vunnið nógv í felagnum sum leikari, so tí var hann eyka høgt í metum hjá áskoðarunum.

       

Massimiliano Allegri er 46 ára gamal. Hann var venjari hjá AC Milan kappingarárið 2010-2011, tá AC Milan vann greipuna í Italia.