Allbäck heldur enn Ibrahimovich

Álopsspælarin Marcus Allbäck hevur spælt so væl undir HM-kappingin í Týsklandi, at nú vilja sviar heldur hava hann at spæla enn størstu stjørnuna á liðnum


Blaðið Expressen hevur biðið sínar lesarar sagt sína hugsan um, hvørjir spælarar skulu manna álopið hjá svenska landsliðnum, og líkt er til, at Marcus Allbäck veruliga hevur vunnið svensku hjørtuni.
Álopsspælarin úr FCK kom við til HM sum eykamaður hjá Henke Larsson og Zlatan Ibrahimovich, men Allbäck hevur av álvara sligið til, tá ið hann hevur fingið kjansin. Hann hevur lagt upp til mál og skora sjálvur, og hann hevur verið sera íðin og áhaldandi á vøllinum.
Heili 49 prosent av lesarunum hjá Expressen halda, at Henke Larsson og Marcus Allbäck skulu spæla í álopinum í næsta dystinum, sum er ímóti Týsklandi. Bert 21 prosent vilja heldur hava Zlatan Ibrahimovich, sum er stóra stjørnan á liðnum, at spæla saman við Henke Larsson.
Zlatan Ibrahimovich hevur gjørt lítið um seg higartil. Fyrsta dystin var anonmymur, í næsta dystinum fór hann út við skaða, og í triðja dystinum spældi hann als ikki við.
Svenski landsliðsvenjarin vónar framvegis, at Ibrahimovich verður klárur til 1/8 finaluna ímóti Týsklandi um vikuskiftið, men stendur tað til sviar, so fær Marcus Allbäck kjansin frá byrjan.