Allarstørsti heiður

Astrid og Stanley Samuelsen hava fingið altjóða viðurkenning fyri sína tulking av einum lagi eftir George Harrison.

- Hetta er tó tann allar størsti heiðurin. George Harrison hevur verið mín fyrimynd síðani eg fyrstu ferð hoyrdu um the Beatles í 1963, sigur Stanley Samuelsen, sum í fjør hátíðarhelt síni 50 ár á palli. 

 

Í samband við at George Harrison í 2013 hevði fylt 70 ár, um hann enn var á lívi, spældu Stanley Samuelsen og dóttirin Astrid fimm sangir eftir George Harrison inn á eina talgilda útgávu. Allir sangirnir vóru spældir inn beinleiðis í upptøkuhølunum, tveyraddað og við tveimum guitarum. 

 

Ein teirra, Long, Long, Long varð tikin upp á video og síðani útgivin sum kykmynd á youtube, umframt at vera útgivin sum staklag, og tað her hetta videolagið, sum nú hevur vakt ans, tí fyrr í vikuni varð útgávan nevnt og leinkjað til frá almennu twitter síðuni hjá búnum eftir George Harrison.

 

- Vit kunnu ikki ímynda okkum ein størri heiður enn at okkara tulking av einum sangi av The White Album, ið George Harrison hevur skrivað, herfyri varð deild á almennu twitterkontuni hjá George Harrison, skriva tey bæði, sum eisini hava fingið nógvar jaligar viðmerkingar á youtube, umframt at brotið ofta er deilt á sosialu miðlunum.