Allar útvarpsstøðir hoyrast í Kollafjarðatunlinum

Í næstum verður útgerð sett upp, sum ger, at allar tær tríggj­­ar lands­­dekk­­andi út­varps­rás­ir­nar kunnu hoyrast í Kolla­fjarð­a­tunl­i­num.??Sum er hoyr­ist bert útvarp í fimm tunl­um í Føroyum, nevn­liga Vág­a­tunl­i­num, Norð­oy­ar­tunl­i­num, Hov­s­tunl­i­num, Leyn­a­tunli­num og Norð­skála­tunl­i­num.

Hetta eru millum mest ferðslu­tungu tunlar í land­inum, men har flest akfør koyra dag­liga, er ígjøgnum Koll­fjarð­ar­tunn­ilin.??Nú kunnu bil­før­ar­ar síggja fram til ikki at fáa av­brotið út­varpi­ð í Koll­fjarð­ar­tunl­i­num, tí í næst­um verð­ur far­ið und­ir at seta upp FM-mót­tak­ar­a­út­gerð upp í hesum tunl­i­num.

??Tað er í sambandi við eina próvtøkuverkætlan á Tekn­iska Skúla í Tórshavn, har roynd­ir hava verið gjørdar at fáa út­varps­sign­al at virka í Gás­a­dals­tunli­num. Hes­ar roynd­ir eydn­að­ust so mikið væl, at skúl­in hev­ur bjóð­að seg til at seta slíka út­gerð upp í Koll­fjarð­ar­tunl­i­num. Hes­um hev­ur Ment­a­mála­ráð­ið, ið var­ar av send­i­net­inum hjá Kring­varp­i Før­oya, valt at tikið av.

Hetta verð­ur gjørt í samstarvi við Lands­verk, ið varar av trygd­ini í tunl­u­num, og sum ar­beiðir við at fáa eina trygd­ar­frá­boð­ana­rskip­an at virka í øllum tunl­um í landinum.
??Tað verða tí Menta­mál­a­ráð­ið og Landsverk, sum í fel­ag rinda útreiðslunarnar, með­an Tekn­iski Skúli í Tórs­havn frem­ur verkætlanina.

Talan er um eina ný­menta, men tekn­iskt ein­falda loysn, sum er mun­andi bí­lig­ari enn tær, ið higartil hava ver­ið nýtt­ar, men sum skuldi verið eins álítandi og hes­­ar.??Land­­s­verk fegnast um hetta sam­starv­ið, sum er ein winn-winn-støða fyri allar part­ar. Næm­ing­ar á Tekn­iska Skúla í Tórshavn fáa roynt seg fak­liga, með­an Ment­a­mál­a­ráðøið og Lands­verk fáa eina bí­liga loysn á eina í­løgu, sum bil­før­ar­ar í meg­in­øki­n­um hava eft­ir­lýst í nógv ár.