Hesum boða fyrireikararnir frá nú stutt fyri, at Voxbotn 2021 byrjar:
– Voxbotn 2020 var stúgvandi fúlt í gjár, og bæði áhoyrarar og tónleikarar høvdu eitt fantastiskt kvøld.
Okkara Voxbotn hátíðarheldur í kvøld Voxbotn nr. 10, so tað er lagt upp til ein serstakan dag, har stór nøvn eru á skránni.
Marius DC byrjar 10 ára veitsluna kl. 19.00 og síðani verður tónleikur út í eitt til tann ljósa morgun.
At framføra fara Marius DC, Kim Hansen, Janus Wiberg, Burhan G, Christopher, Hanne Boel, Danny og Ingi, Robin Schulz, Eyðun & Terji og Páll Finnur Páll.
##med2##
Í bryggjutjaldinum verður dansur við Sunrise.
Til børnini er spæliland og Bubu og Trøllaomman koma vitja.
Vit gleða okkum til eitt fantastiskt hátíðarhald!
##med4##
##med3##














