Í blaðnum í dag fáa lesarar okkara á fyrsta sinni nýggja sjónvarps- og útvarpsblaðið, Varpið, sum vit fara at hava í blaðnum hvønn fríggjadag.
Tað hevur leingi verið ætlanin at menna Hygg & Hoyr til at umfata fleiri skráir. Nú Televarpið er farið at senda, og øll húski harvið fáa lættari atgongd til nógvar sjónvarpsrásir, hava vit nýtt høvi at broyta blaðið við skráunum, sum nú eitur VARPIÐ.
Hugsanin við nýggja blaðnum er sjálvandi, at tað skal liggja frammi alla vikuna, so fólk har kunnu fáa eitt yvirlit yvir, hvat er at síggja á ymsu sjónvarpsrásunum, og hvat er at hoyra á teim føroysku útvarpsrásunum.
Av tekniskum ávum hevur tað ikki borið til at fingið allar skráirnar fyri allar sjey vikudagarnar frá øllum. Vit vænta tó, at hetta verður fingið í rættlag í næstu viku.
Tað er Team 85 sum hevur gjørt lay-outið til nýggja blaðið, Hestprent hevur umbrotið, skorið og heft, og blaðið verður prentað á Prentmiðstøðini.