Allar ólavsøkur hava verið góðar og hugnaligar

- Tað besta við ólavsøkuni er hugnin við at møta nógvum kenningum og fara til ymiskar aktivitetir, sigur Annfinn Brekkstein 

 

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Ja, eg fari, sigur Annfinn Brekkstein. 

Hvussu heldur tú ólavsøku?    

- Tað verður á sama hátt, sum tey seinastu 16 árini. Ólavsøkan verður hildin við skrúðgongu, setan á Tinghúsvøllinum, kappróðri, síðan til nátturða saman við familjuni í Havn og ymiskt annað. 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?   

- Hugnin við at møta nógvum kenningum og fara til ymiskar aktivitetir. 

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?    

- Nei, allar hava verið góðar og hugnaligar. 

 

##med2##

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

- Eg haldi, at vit í mest møguligan mun eiga at halda við tær gomlu traditiónirnar, sigur Annfinn Brekkstein.