Allar neyðugar kunngerðir lýstar og settar í gildi

Kongligu fyriskipanirnar eru settar í gildi við virkningi frá 1. januar ár 2000, og kunngerðirnar eru dagfestar 11. februar ár 2000 og lýstar í kunngerðasavninum, sigur Høgni Hoydal, mentamálaráðharri

ÓLAVUR Í BEITI


Tað var Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, sum í fyrispurningi spurdi, hví ikki allar landsstýriskunngerðir eru avgreiddar í sambandi við nýggju kirkjulógirnar? Og Høgni Hoydal svarar, at allar neyðugar kunngerðir eru lýstar og settar í gildi.

Í svarinum hjá Høgna Hoydal verður upplýst, at Føroya Løgting samtykti 20. januar 1998 at viðmæla, at nakrar danskar kirkjulógir vórðu settar í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan og ávísum broytingum. Løgmaður hevur, 28. januar 1998, staðfest hesi ríkislógartilmæli, og landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur, 4. februar 1998, avgreitt hesi mál víðari til Kirkjumálaráðið.


Mett neyðugt

Lógirnar, sum talan er um, eru: Lov om folkekirkens økonomi, Lov om ansættelse i stillinger i folkekirken m.v., Lov om folkekirkens kirkebygninger, Lov om bestyrelse og brug af folkekirkens kirker,Lov om begravelse og ligbrænding, Lov om udnævnelse af biskopper og stiftsbåndsløsning og Lov om medlemskab af folkekirken, kirkelig betjening og stiftsbåndsløsning.

? Kongligu fyriskipanirnar eru settar í gildi við virkningi frá 1. januar ár 2000, og kunngerðirnar eru dagfestar 11. februar ár 2000 og lýstar í kunngerðasavninum sum: Kunngerð um Próstadømisráð, Kunngerð um kirkjugrunnin, Kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar og Kunngerð um kirkjukassar.

? Sostatt eru allar kunngerðir gjørdar, sum vórðu mettar neyðugar, fyri at

nýggju lógirnar kundu setast í gildi í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.


Góð fyribilsloysn

Og víðari sigur mentamálaráðharrin í svarinum, at tá funnist verður at, at landsstýrismaðurin letur ávísar heimildir til Stiftsstjórnina, skal verða sagt, at landsstýrismaðurin heldur, at heimild er fyri hesum. Landsstýrismaðurin ætlar at áseta reglur, sum samsvara við tær reglur, sum landsstýrið í lógini um roknskaparhald landsins skal gera. Hesar reglur eru ikki tøkar enn.

Landsstýrismaðurin hevur hildið, at tað, at lata ávísar uppgávur til Stiftsstjórnina, var ein góð fyribilsloysn, við tað at Stiftsstjórnin framman undan tók sær av hesum, sigur Høgni Hoydal.