Allar íløgur skattafíggjaðar og eingin lántøka

Fíggjarætlanin javnvigar við 612 miljónum, og allar íløgurnar í 2011 eru eginfíggjaðar. Tað merkir, at eingi nýggj lán verða tikin í 2011

- Uppskotið til fíggjarætlan hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2011 javnvigar við 611,8 mill. kr. Høvuðsmyndin av fíggjarætlanini er, at rakstrarútreiðslurnar minka í mun til árið í ár. Spart verður á flestu økjum, men vit miða eftir, at sparingarnar raka borgararnar sum minst. Íløgurnar í 2011 eru nakað minni enn í 2010, men munurin er, at tær eru allar eginfíggjaðar og ikki lánsfíggjaðar.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í sambandi við, at fíggjarætlanin fyri 2011 er løgd fram á eykabýráðsfundi í kvøld.

Í stuttum vísa tølini, at fíggjarætlanin er 611,8 mill. kr. til støddar. 489 mill. kr. fara til rakstur, meðan 111,4 mill. kr. fara til íløgur. Í 2011 rindar kommunan umleið 11,3 mill. kr. í rentum. Ætlanin er ikki at taka nýggj lán í 2011. Við árslok 2010 verður samlaða lántøkan sostatt áleið 225 mill. kr.

Skattaprosentið verður óbroytt. Við fíggjarætlanini fyri 2010 samtykti býráðið at hækka skattaprosentið við 1% frá 19,75% til 20,75%. Fortreytin fyri fíggjarætlanini 2011 er eitt óbroytt skattaprosent á 20,75%.

- Gjaldførið hjá kommununi er nøktandi. Tað er ein stórur fyrimunur at kunna fíggja dagliga tørvin við egnum gjaldføri, tí tá slepst undan at søkja fígging í peningastovnunum. Mett verður, at eitt minsta gjaldførið á 60-70 mill. kr. er hóskandi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.