Allar fortreytir til staðar

Vit hava ein langan vøll og ein nýggjan terminal, og tað ger okkara floghavn meira áhugaverda, sigur Jákup Sverri Kass, sum væntar fleiri enn 250.000 ferðandi um vøllin í ár

-Longdi vøllurin hevur longu givið Atlantsflog møguleikan at gera íløgur í størri flogfør, sum bæði eru bíligari í rakstri og geva møguleikar at flúgva beinleiðis til stórbýir úti í heimi, sigur Jákup Sverri Kass við adressu til Barcelona og Milano.
- Umframt Airbus A318 flogførini hjá Atlantsflog hava vit eisini sær Airbus A320 á flogbreytini í Vágum, leggur stjórin afturat.
Hóast fleiri sjarmutúrar og royndir hjá floghavnini at lokka útlendsk flogfeløg hendavegin, so er Atlantsflog framvegis einasti kundi hjá Vága Floghavn.
- Áhugin frá øðrum flogfeløgum er vaksandi, men eg fái ikki verið meira ítøkiligur, ljóðar svarið frá Jákupi Sverra Kass.
Stjórin sær stórar møguleikar í teimum útbyggingum fyri smáar 400 milliónir krónur, ið eru gjørdar í Vága Floghavn síðstu árini.
- Terminalurin gevur okkum møguleikar at tjena pengar uppá mat og tollfría sølu, og tað skal síggjast aftur í lægri tænastugjøldum, sigur Jákup Sverri Kass og nevnir dømi, har floghavnin hevur givið Atlantsflog tænastugjøld fyri hálvan prís í samband við teirra sertilboð í lágárstíð.
- Tað er hendavegin, ið vit skulu. Málið skal alla tíðina vera at gera tað so bíligt at ferðast til og úr Føroyum sum tilber, sigur Jákup Sverri Kass.
Tølini av ferðandi um Vága Floghavn geva stjóranum vind í seglini. Sum nevnt í aðrari grein setti floghavnin met við 236.564 ferðandi í fjør. Og árið í ár verður betri:
- Vit skulu upp um 250.000 ferðandi um Vága Floghavn í ár. Tað er greiða málið, og tað røkka vit, sigur Jákup Sverri Kass sannførandi, og heldur fram:
- Í fjør blivu vit størri enn floghavnin á Akureyri, og í ár blíva vit størri enn floghavnin í Århus.
Umframt ein generellan vøkstur í talinum av ferðandi, so hevur nógva leitingarvirksemið á landgrunninum eisini ávirkan á tølini. Sonevnda oljuflúgvingin ger mun, eisini hjá Vága Floghavn.
Vøksturin hevur tó sínar avmarkingar og avbjóðingar.
- Tað er avmarkað, hvussu nógv føroyingar kunnu ferðast. So tað er avgerandi neyðugt at fáa fleiri útlendsk ferðafólk hendavegin. Vøksturin má koma uttanifrí, sigur Jákup Sverri Kass.
Stjórin í Vága Floghavn, sum sjálvur hevur eina fortíð sum marknaðarleiðari bæði hjá Smyril Line og Atlantsflog, sigur seg tí taka fult undir við og stuðla ambitiøsa málinum hjá Visit Faroe Islands um at ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard í umsetningi í 2020.
Hóast árið í fjør er tað besta nakrantíð hjá Vága Floghavn, so er stjórin varin, tá hann skal meta um fíggjarliga úrslitið fyri í ár.
- Vit noyðast at gera nakrar eyka avskrivingar, tí onkrir av gomlu bygningunum við vøllin skulu takast niður. Men grundraksturin er framhaldandi sunnur og góður, so tað sær gott út, sigur Jákup Sverri Kass.