Allar deildir hava spart

Alment kjak millum politikarar um politisk mál er upp á sítt pláss, men sum borgarstjóri kann eg undir ongum umstøðum góðtaka, at fyrrverandi varaborgarstjóri og núverandi býráðslimur gevur almenninginum ósannar upplýsingar um, at Tekniska Deild í ár hevur fingið økta játtan, meðan aðrar deildir hava spart

Vit fólkavaldu eru kosin av veljarunum at stýra kommununi og at taka ábyrgd av teimum gerðum og avgerðum, sum tiknar verða. Henda uppgáva er ikki altíð líka løtt og stuttlig, men vit hava bjóðað okkum fram, og tí mugu vit eisini hava rygg til at standa við hesi ábyrgd.

 

Ein partur av hesi ábyrgd er at bera fram rættar upplýsingar um tær avgerðir, sum nevndir og býráð taka.

 

Serliga hetta seinasta er umráðandi, tí skeivir ella ógreiðir upplýsingar, sum kunnu misskiljast, kunnu fyri tað fyrsta skaða trúvirðið og álitið á kommununa, og tá ið illa vil til, kunnu skeivir upplýsingar um deildir og starvsfólk hjá kommununi seta viðkomandi persónar í eina óhepna støðu.

 

Tað er hetta seinasta, sum Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur, eftir míni meting, ger seg seka í, tá ið hon í almennari grein boðar frá, at (sitat byrjar) “samgongan hevur, síðan hon tók við, uppraðfest teknisku deild við meira enn 300 t.kr. Hetta var ikki samtykt á fíggjarætlanini, men tað eru tað pengar til. Eisini hevur samgongan niðurraðfest sosialu deild við 2 størvum, hetta var heldur ikki samtykt á fíggjarætlanini, hetta er ein sparing á meira enn 300 t.kr.”

 

”Niður við sosialu deild, upp við teknisku deild ...” (sitat endað).

 

Soleiðis skrivar býráðslimurin, sum eisini er limur í fíggjarnevndini. Eisini er hon fyrrverandi 2. varaborgarstjóri, so tað er givið, at fólk rokna við, at tað er satt, sum hon ber fram í hesi almennu grein. Trupulleikin er bara tann, at hetta er ikki satt, sum Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur, skrivar.

 

Tí kenni eg tað sum mína skyldu, sum borgarstjóri, at greiða nærri frá hesum viðurskiftum:

 

 

Sparingar í sambandi við

fíggjarætlanina fyri 2009

 

Tá ið kreppan í fjør heyst rakti kommununa so meint, gjørdi táverandi býráð av at fremja nakrar sparingar, og millum annað raktu hesar sparingar bæði Teknisku Deild og Sosialu Deild.

 

Í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2009 samtykti býráðið í november 2008, at Tekniska Deild skuldi skerjast við íalt 3¼ ársverkum, samstundis sum Sosiala Deild í árinum 2009 varð skerd við samanlagt 1¼ ársverki.

 

Nevndu skerjingar, ið vórðu samansettar av eitt nú uppsøgn, niðursettari arbeiðstíð og farloyvum, raktu báðar deildir sera meint, og sama er galdandi fyri alla býráðsumsitingina sum heild, men hetta var neyðugt vegna fíggjarstøðuna.

 

 

Eisini Tekniska Deild

hevur spart enn meira í ár

 

Eftir at omanfyri nevndu sparingar vórðu samtyktar av býráðnum, valdu onkur starvsfólk sjálvi at siga seg úr starvi, og rakti hetta bæði Sosialu Deild og Teknisku Deild.

 

Tekniska Deild varð rakt av eyka uppsøgnum, svarandi til ¾ ársverk, og samtyktu avvarðandi nevndir í januar, at játta ½ ársverk innaftur á deildina.

 

Sostatt hevur Tekniska Deild síðani ársskiftið, tá ið nýggja býráðið tók við, mist umleið ¼ ársverk afturat teimum 3¼ ársverkunum, sum býráðið samtykti áðrenn ársskiftið.

 

Tað er tí beinleiðis skeivt, sum Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur, førir fram, at deildin hevur fingið eina eykajáttan á 300 tkr. í ár. Tvørturímóti hevur deildin spart enn meira, sum eisini er neyðugt í løtuni, soleiðis sum tær fíggjarligu umstøðurnar eru.

 

Samanlagt hevur Teknska Deild sostatt mist 3½ ársverk, sum er ein stór skerjing, ið merkist.

 

 

Sosiala Deild eisini

skerd enn meira í ár

 

Aftaná samtyktu sparingarnar í desember varð Sosiala Deild rakt av uppsøgnum, svarandi til uml. ¾ ársverk í 2009. Hesar uppsagnir fáa fullan virknað í 2010, svarandi til 1½ ársverk. Afturat hesum kemur so tað ½ ársverkið, sum varð samtykt av gamla býráðnum, ella samanlagt 2 ársverk.

 

Hetta málið varð lagt fyri avvarðandi nevndir eftir ársskiftið, og hevur býráðið nú samtykt, at Sosiala Deild fær 1 ársverk, m.a. við at flyta arbeiðsorku innanhýsis millum verandi starvsfólk hjá kommununi. Haraftrat verða arbeiðsuppgávur hjá deildini fluttar til onnur starvsfólk í býráðsumsitingini at røkja. Samanlagt svarar hetta til umleið 1¼ ársverk, sum býráðið nú hevur samtykt at játta deildini fyribils.

 

Sostatt er Sosiala Deild í løtuni, samanlagt skerd við umleið ¾ ársverkum, og kemur hetta sera illa við hjá deildini, havandi í huga, at Sosiala Deild framman undan sparingunum var væl minni enn Tekniska Deild, og sparingar merkjast og raka tí lutfalsliga harðari.

 

Men sum nevnt eru hesar skerjingar neyðugar at gera, nú fíggjarligu umstøðurnar eru so nógv versnaðar.

 

Tað er tí heldur ikki satt, sum Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur, førir fram, at samgongan hevur niðurraðfest Sosialu Deild við 2 størvum.

 

Sum borgarstjóri eri eg ógvuliga hørm um hesa óhepnu og óneyvu útmelding frá býráðsliminum, og skrivi eg tí hesa drúgvu rættleiðing fyri at forða fyri, at starvsfólk, sum ikki fáa vart seg, soleiðis yvir fyri almenninginum verða sett í ein sera óhepna støðu.