Í 2020 skulu allar bygdirnar í Tórshavnar Kommunu verða friðaðar fyri seyði.
Tað er ætlanin hjá Tórshavnar Býráði.
Ein partur av kommununi er vetrarfriðaður og nú heldur býráðið, at tíðin er búgvin til at eisini at vetrarfriða allar bygdirnar í kommununi
Tað hevur Tórshavnar Býráð nú samtykt at arbeiða fram ímóti.
Tað er serstaka økisnevndin hjá Tórshavnar Býráði, sum hevur reist málið og Jákup Dam, nevndarformaður, sigur, at hann hevur varhugan av, at seyðabrúkarar, sum hava rætt til vetrarbit, vilja samvirka til at finna eina loysn, tí tað er eisini ein øgiligur ágangur á teir frá fólki um seyðin, sum gongur ímillum húsini.
Tað er eisini ágangur á hann, sum lim í Tórshavnr Býráði.
- Eg verði niðurringdur bæði fyri arbeiðstíð og eftir arbeiðstíð av fólki, sum illneitast á seyð.
Nyttar einki
Hann sigur, at tí heldur Økisnevndin, at hetta er ein spurningur, sum eigur at verða loystur fyri alla kommununa. Hinvegin er tað kostnaðarmikið at vetrarfriða, men nú hevur býráðið givið nevndini heimild at arbeiða víðari við málinum.
Sjúrður Olsen, býráðslimur vísti á, at hóast tað er vetrarfriða, er tað ein stórur trupulleiki á Argjum, at seyðurin gongur ímillum húsini, eisini um summarið.
Men hann staðfesti, at tað eru teir, sum eiga seyðin, sum hava skyldina, tí tað er skipanin við aktingarmonnum og løgregluni, sum “nyttar hvørki eitt ella annað, sum hann tók til.
Summarfriðing
Marin Katrina Frýdal heldur ikki, at býráðið kann bjóða borgarunum nú á døgum, at seyðurin gongur leystur og herjar hvønn urtagarð.
Men samstundis staðfesti hon speiskliga, at eitt er at tosa um vetrarfriðing, tí høvdu vit fyrst kunnað summarfriða kommununa fyri seyð hevði verið væl sloppið.
Hon vísti eisini á, at ógvuligaofta er tað kommunan, sum ikki heldur sína hegnskyldu.
- Kommunan er sera vánalig at halda sína hegnskyldu, staðfesti hon.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur, at kommunan ger sítt eftir førimuni og at hegnsýnisnevndin ger eitt stórt arbeiði og hann staðfesti, at í nógvum førum eru tað seyðabrúkarar, sum ikki halda sína hegnskyldu og sum ikki lata portur aftur.
- Tað er neyðugt at fáa aktingarmann, hegnsýnismenn og bóndur at samstarva um hetta.
Kortini staðfestir borgarstjórin, tað er framrættað at vetrarfriða alla kommuna.
Anfinn Brekkstein staðfestir, at tað er dýrt at vetrarfriða, men hann sigur, at bóndurnir eru sinnaðir at finna eina loysn, sum ikki kostar tað heilt stóra.
Serliga Kollafjørður er víðfør bygd at vetrarfriða, men eisini har eru bøndurnir sinnaðir at finna eina smidliga loysn, siga býráðslimir.
Myndatekstur
Ótíðarhóskandi
- Tað hoyrir ikki nútíðini til, heldur ikki á bygd, at seyður gongur og melur ímillum húsini og herjar hvønn urtagarð, heldur Tórshavnar Býráð