Allan: Vit hava góðar møguleikar móti Steua Bukarest

Føroyski landliðsleikarin er vónríkur undan European Cup fjórðingsfinalunum

Vikuskiftini 23. og 24. mars, og 30. og 31. mars skulu Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spæla fjórðingsfinalur í European Cup móti rumenska liðnum, Steua Bukarest.

 

Fyrra fjórðingsfinalan verður leikt í Bukarest, og seinna fjórðingsfinalan verður leikt í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.

 

Um Valur megnar at vinna seg í hálvfinalurnar møta teir vinnaranum av uppgerðini millum Minaur Baia Mare og Bre­genz.

 

Í stuttari viðmerking til in.fo, sigur Allan Norðberg um lutakastið: - Eg eri væl nøgdur við lutakastið. Eg trúgvi vit hava góðar møguleikar móti Steua Bukarest. Talan er um eitt lið, ið eru sera sterkir á heimavølli. Men teirra avrik sveiggja nógv á útivølli. Tað skulu vit gagnýta til okkara fyrimun. Sigur Allan Norðberg.