##med2##
Komandi dagarnar hava Føroyar forkunnuga fótbóltsvitjan. U15 dreingjalandsliðið hjá Racing Montevideo er komið ta longu leiðina úr Montevideo í Uruguay til Føroya fyri at spæla venjingardystir og fyri at kappast í Intersport Summar Cup. Seinnapartin lendi hópurin vesturi í Vágum.
Skráin hjá Racing Montevideo sær soleiðis út:
Leygardagur 29 juni. International Day í Klaksvík, svimjing, venjing í Leirvík.
Sunnudagur 30 juni. 12:30 dystur ímóti U15 landsliðnum hjá Føroyum á Tórsvølli í Havn.
Mánadagur 1.juli. 19:00 dystur ímóti U15 hjá KÍ í Leirvík.
Týsdagur 2.juli. Útferð (Gjógv, Tjørnuvík, Saksun), svimjing, venjing.
Mikudagur 3.juli. 16:00 dystur í Sørvági móti U15 hjá 07 Vestur.
Hósdagur 4.juli. 16:00, dystur í Runavík móti U15 hjá NSÍ. Eftir tað eru Racing Montevideo bodnir til dystin á Svangaskarði millum NSÍ og Ballymena í Europa League.
Fríggjadagur 5.juli. Fara til Hoyvíkar, har teir skulu búleikast í Hoyvíkshøllini.
6.-7.juli kappast í Intersport Summar Cup í Havn.
8.juli: Fara avstað aftur til Kastrup, og víðari til London og harfrá til Buenos Aires í Argentina. Eftir tað við bussi heim til Montevideo.
Omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu FM1 hevur havt við uruguayanska heiðurskonsulin í Føroyum, Ivan Eginsson Eysturland, ið reikar fyri ferðini hjá Racing Montevideo í Føroyum.
##med3##