Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur avgjørt at taka undir við eini einmæltari setanarnevnd og seta Allan Skaalum í starv sum nýggjur sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum.
Allan Skaalum er 43 ára gamal og útbúgvin cand.merc. innan leiðslu og marknaðarføring frá 1991. Hann hevur starvs- og leiðsluroyndir innan bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðin.
Allan Skaalum hevur verið vinnukundaráðgevi í Føroya Banka síðani 2001. Áðrenn hetta hevur hann verið stjóri á ALS í 2 ár og stjóri í miðlafyritøkuni ReproZ í umleið 2 ár. Hann hevur eisini arbeitt sum búskaparfrøðingur í Oljufyrisitingini. Harumframt hevur hann royndir frá nevndararbeiði og sum semingsmaður.
Starvið sum sjúkrahússtjóri er áramálssett í 5 ár.
Allan Skaalum byrjar í starvinum tann 16. oktober 2006.