landsliðsvenjari
Í gjár var tað greitt, sum hevur verið alt meiri sannlíkt seinastu dagarnar. Allan Simonsen hevur boðað Fótbóltssambandinum frá, at hann er ikki sinnaður at halda fram í venjarasessinum, sum hann hevur sitið í seinastu átta árini. Fyrrapartin fríggjadagin skipar FSF fyri samkomu, har Allan Simonsen fer at siga farvæl við føroyingar og føroyskan fótbólt.
? At Allan Simonsen nú ynskir at royna nýggjar leiðir, kemur ikki óvæntað á okkum. Vit skilja hann væl og ynskja honum alt tað besta, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini.
Jens Erik Magnussen ásannar samstundis, at teir eftir øllum at døma ikki fara at kunngera navnið á nýggja venjaranum fríggjadagin ella fyrstu vikurnar.
? Tað er ikki neyðugt hjá okkum at koma við nakrari panikkloysn. Í løtuni vita vit ikki hvør verður venjari. Vit kanna marknaðin í løtuni, og vit taka okkum neyðugu tíðina. Tað hevur týdning, at vit so skjótt, sum tað ber til, fáa ein ábyrgdarmann, men tað er ikki alneyðugt, at vit skunda okkum óneyðuga nógv. Ongar landsliðsuppgávur verða á skránni hesu megin ársskiftið, sigur Jens Erik Magnussen.
Føroysk loysn
Møguleikin hevur verið nevndur, at ein føroyingur kann taka við starvinum. Mest upplagda boðið hevði verið Jógvan Martin Olsen, sum hevur verið næsti maður hjá Allani Simonsen seinastu seks árini. Men hann hevur gjørt avtalu við NSÍ.
Jens Erik Magnussen sigur, at teir hava tosað við føroyskar venjarar um landsliðsstarvið, men hann vil ikki siga við hvørjar. Um teir hava tosað við mest upplagda boðið, so hevur Jógvan Martin Olsen eftir øllum at døma borið seg undan.
Ikki sum at siga tað
Jens Erik Magnussen sigur, at teir hava tosað við útlendskar venjarar, men teir hava ikki havt beinleiðis samráðingar við nakran.
? Vit royna í løtuni at finna fram til, hvat vit vilja hava. Hetta hevur fleiri síður. Ein er tann fíggjarliga. Um vit vilja hava ein kendan útlendskan venjara, sum er í fulltíðarstarvi hjá okkum, og sum stóran part av árinum býr í Føroyum, so skulu vit rinda so nógv meiri, enn vit hava gjørt higartil.
Sambært roknskapinum hjá FSF so hevur Allan Simonsen fingið eina lítla hálva millión um árið fyri at hava ábyrgdina av landsliðnum. Allan hevur ikki verið nógv í Føroyum. Hann eigur eitt felag, sum fæst við klædnaframleiðslu, og hann hevur m. a. umboðað hetta felagið, meðan hann hevur verið landsliðsvenjari.
Vilja tit hava ein venjara, sum skal búgva í Føroyum?
? Tað veldst um nógv viðurskifti, eisini tey fíggjarligu. Vit halda, at tað er bæði positivt og ikki positivt, at venjarin býr í Føroyum. Men hetta mugu vit tosa um í nevndini og við tann ella teir, sum vit fara at samráðast við um venjarastarvið. Men tað er greitt, at um vit vilja hava ein toppvenjara úr útlandinum, og at hann skal búgva í Føroyum mest sum alla tíðina, so skulu vit væl longri niður í lumman, enn tað higartil hevur verið neyðugt at fara, staðfestir Jens Erik Magnussen.
Íblásturin
Allan Simonsen og Fótbóltssambandið komu í samband við hvønn annan, tá lutur varð kastaður um, hvussu londini skuldu bólkast í EM undankappingini í 1994 og í 1995. Jens Erik Magnussen ringdi úr Manchester til Allan Simonsen, sum tá var venjari hjá Vejle. Allan var áhugaður í starvinum og kom fyrstu ferð til Føroya í februar 1994.
? Hann var góður íblástur. Vit vóru í úrslitaligum aldudali, og Allan var við til at lyfta okkum. Hann setti ikki krøv, men hann kom við nýggjum hugsanum, sum tað var lætt hjá okkum at taka undir við.
Hvar hevur hann verið størsti íblásturin?
? Hann vildi spæla framrættað, og tað hevur sæst aftur á øllum landsliðunum. Harafturat vórðu viðurskiftini kring landsliðið styrkt nógv. Tekniska manningin hevur riggað framúr væl. Vit hava gott fólk, og tað er einki at liggja omaná, at tað var Allan Simonsen, sum hevði royndirnar og kom við hugskotum um, hvussu hetta skuldi skipast, og hvussu viðurskiftini kring dystirnar skuldu fyriskipast.
? Allan hevur syrgt fyri, at viðurskiftini kring liðið og á liðnum eru meiri føst, og tað var eftir, at hann var komin við hugsanini um, at tað var neyðugt, at kappingarárið varð longt, at vit broyttu steypakappingina, sigur Jens Erik Magnussen.
Tíðin búgvin
Allan Simonsen undirstrikar, at tað er ikki tí, at hann hevur gjørt sáttmála um annað starv, at hann hevur gjørt av at gevast í Føroyum:
? Tíðin er búgvin til, at landsliðið og eg fáa nýggjar avbjóðingar. Tað er betri at gevast, meðan leikur er góður. Hetta er betri, enn tað hevði verið, um tað seinni hevði verið neyðugt, at samstarvið helt uppat upp á ein keðiligan máta.
Inni í blaðnum siga hjálparvenjarin, ein fyrrverandi landsliðsspælari og liðformaður og ein núverandi landsliðsspælari og fyrrverandi liðformaður sína hugsan um tíðina við Allani Simonsen sum venjara.