Allan Simonsen giftur

Uttan stórvegis hóvasták varð fyrrverandi landsliðsvenjarin vígdur beint fyri nýggjár

Hjúnaband

Landsliðsvenjari okkara seinastu nógvu árini, Allan Simonsen, er nú gingin saman í hjúnaband við unnustu síni.
Í Fyens Stiftstidende tann 28. desember stóð henda myndin. Hon vísir ein glaðan Allan Simonsen og Gitte Højland Hansen, eftir at tey bæði eru vígd. Vígslan fór fram á Vejle Rådhus.
Samstundis sum landsliðsvenjarin er farin í nýtt starv sum landsliðsvenjari hjá Luksemburg, hevur hann eisini fingið sær nýggja konu. Vit ynskja Allani tillukku við hjúnabandinum og góða eydnu framyvir.