Fótbóltur
52 ára gamli Allan Simonsen er givin sum fótbóltsvenjari. Tað hevur hann gjørt av, eftir at hava hugsað seg væl um, síðani hann fór úr starvinum sum landsliðsvenjari í Luksemborg í fjør.
Eg havi gjørt av at halda ein steðg, og so fáa vit at síggja. Sjálvandi kann eg ikki avskriva allar møguleikar í tíð og ævir, sigur Allan Simonsen við danska Tipsblaðið um vikuskiftið.
Hann staðfestir tó, at tað skal eitt heilt serligt tilboð fyri at fáa hann aftur í eitt venjarastarv.
Nú ælti eg mær at hugna mær við familjuni og annars hugsa um klædnafyritøkuna Time Out í Herning, sigur hann.
Felagið, sum Allan Simonsen eigur í, er veitari til ítróttarmerki sum Puma og Reebok.
Nú er liðugt
Allan Simonsen telist millum teir størstu spælararnar í donskum fótbólti nakrantíð. Hann spældi fyri feløg sum Vejle, Mønchengladbach, FC Barcelona og Charlton, og í 1977 varð hann valdur til besta spælara í Europa.
Fyrsta venjarastarvið hevði Allan Simonsen heima í Vejle frá 1991 til 1993, tá ið hann gjørdist landsliðsvenjari í Føroyum. Hann varð verandi í Føroyum fram til 2001. Síðani var hann landsliðsvenjari í Luksemborg, men hann var loystur úr sáttmálan eitt ár fyri tíð tað var í desember mánaði í fjør.
Mær hevur dámt væl arbeiðini, sum eg havi havt. Bæði í Føroyum og í Luksemborg var tíð til at byggja nakað upp, og tað vóru spennandi avbjóðingar. Men nú tá ið eg havi verið venjari síðani 1991, haldi eg, at eg havi latið mítt, sigur Allan Simonsen við Tipsblaðið.
Hann er nú fluttur til spanska býin Stiges at búgva. Býurin liggur 150 metrar frá Miðalhavinum og einar 25 kilometrar frá gamla heimavøllinum hjá Allani Simonsen í Barcelona.