Allan og Satchwell taptu íslendsku steypafinaluna

KA var á odda í steðginum, men seinastu partin av dystinum var Valur omaná

Føroysku landsliðsspælararnir, Allan Norðberg og Nicholas Satchwell taptu saman við liðfeløgunum 32-36 fyri favorittunum, Vali í íslendsku steypafinaluni sum var leikt í dag. 

 

Allan skoraði tvey mál uppá sjey málroyndir, og Satchwell hevði 12 bjargingar í málinum hjá KA. Sambært Morgunblaðnum rakti Allan træverkið hjá Vali nakrar ferðir, so teir smáu marginalarnir vóru ikki við hinum í summum av skotroyndunum. 

 

KA var á odda 17-15 í steðginum, og var leingi væl við í seinna hálvleiki. Tað var ikki fyrrenn seinastu minuttirnar, at Valur dróg frá KA.

 

Gongdin í dystinum var hendan Valur-KA : 2:3, 4:5, 7:8, 12:12, 13:14, 15:17, 18:19, 21:21, 26:24, 30:28, 31:30, 36:32.

 

Heili 1.000 túsind fjepparar vóru komnir longu leiðina úr Akureyri fyri at stuðla KA, og tey gjørdu alt hvat tey kundu fyri at koyra á lið sítt, men tað eydnaðist tíverri ikki at knógva favorittunum hjá Vali.

 

Hetta er annað árið á rað, at Valur vinnur íslendsku steypakappingina.