Allan og KA vunnu seg í steypahálvfinaluna - Dánjal og ÍBV ruku út

Tvey føroyingalið spældu fjórðingsfinalu í íslendsku steypakappingini í dag

Tvey føroyingalið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini leiktu hálvfinalu í íslendsku steypakappingini í dag.

 

Allan Norðberg skoraði seks mál tá lið hansara, KA á heimavølli vann 28-26 á Haukum á heimavølli á Akureyri. 

 

Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 2:3, 6:4, 6:5, 10:7, 12:10, 15:11, 18:14, 19:17, 20:18, 22:19, 25:22, 28:26.

 

Óðinn Þór Ríkharðsson gjørdist toppskjútti hjá KA við 10 málum. Stóri spælarin hjá KA í dag var málverjin, Bruno Bernat sum bjargaði heili 22 málroyndum hjá Haukum.

 

Dánjal Ragnarsson skoraði tvey mál fyri ÍBV sum í sínari hálvfinalu tapti 28-33 fyri Selfossi á útivølli. Í steðginum var Selfoss á odda 15-12. Í seinna hálvleiki kom Selfoss upp á eina 22-15 leiðslu. Tá fekk ÍBV betur skil á eina løtu, og tá fáir minuttir vóru eftir var Selfoss bert á odda 29-27, men so glapp aftur hjá ÍBV seinastu minuttirnar.