Allan Norðberg er íslendskur steypavinnari

Allan Norðberg er fyrsti mannligi føroyski hondbóltsleikarin, ið vinnur íslendsku steypakappingina

Mynd: mbl.is

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu íslendsku steypakappingina í hondbólti í stórum stíli í Laugardalshøllini í Reykjavík.

 

Valur vann í finaluni stórsigur 43-31 á ÍBV. Í fyrra hálvleiki leikaði tó javnt á, og var Valur bert á odda 17-15 í steðginum.

 

Gongdin í dystinum ÍBV-Valur: 2:2, 6:3, 10:7, 12:10, 12:13, 15:17, 18:22, 21:25, 23:29, 27:35, 28:39, 31:43.

 

Allan skoraði trý mál í finaluni. Stóri leikarin hjá Vali var Benedikt Gunnar Óskarsson, ið skoraði heili 17 mál. Benedikt Gunnar Óskarsson var sjálvsagt valdur at vera dagsins leikari. 

 

Allan skrivaði søgu við at gerast fyrsti føroyski mannligi hondbóltsleikarin, ið vinnur íslendsku steypakappingina.

 

Í fjør vann Ingibjørg Olsen íslendsku steypakappingina við ÍBV.

 

Hetta gjørdist ein stórur dagur hjá Vali. Kvinnurnar hjá Vali eru eisini steypavinnarar. Tær vunnu 25-22 (11-10) á Stjörnuni í finaluni.

 

In.fo ynskir Allani Norðberg tillukku við steypagullinum í Íslandi. 

 

 

 

Mynd: mbl.is