Allan Mørkøre er aftur í AB

Betri deildin menn: AB hevur sett ein gamlan kenning sum høvðusungdómsvenjara

Mynd: (ab.fo) Allan Mørkøre og Marius Thomassen, formaður

AB hevur leitað eftir nýggjum høvðusungdómsvenjara og í dag er hevur felagið kunngjørt, at tað verður Allan Mørkøre. Hann er bæði fyrrverandi venjari og spælari á Argjum. AB skrivar:

 

Nýggjur høvuðsungdómsvenjari er settur, og tað er so als ikki ein hvør. Nýggi høvuðsungdómsvenjarin hjá AB er nevniliga eitt av heilt kendu nøvnunum í føroyskum fótbólti, Allan Mørkøre, sum hevur skrivað tvey ára sáttmála við AB.

 

Allan, sum er blivin 51 ára gamal, er gamal í garði í føroyskum fótbólti og hevur bæði drúgvar leikara- og venjararoyndir. Vit kenna hann væl úti á Argjum, tí hann hevur í fleiri umførum verið venjari hjá besta mansliðnum, og eisini gjørdist hann føroyameistaravenjari við okkara U21-liði í 2018.

 

Harafturat hevur Allan somuleiðis spælt við AB í bæði bestu og næstbestu deildini sum leikari.

 

Seinastu árini hevur klaksvíkingurin verið høvuðsungdómsvenjari hjá FC Hoyvík, men nú verður postnummar 188 skift út við postnummar 160.

 

Vit stórfegnast um at hava fingið ein so royndan og dugnaligan venjara, ið óivað hevur eina rúgvu at læra frá sær. Hetta er ein liður í langtíðarætlanini hjá felagnum um at flyta seg frameftir, og við Allani Mørkøre í felagnum eru vit sannførd um, at okkara ungdómur somuleiðis kann lyftast upp á eitt betri og hægri stig.

 

Mynd: (ab.fo) Allan Mørkøre og Marius Thomassen, formaður