Allan Mørkøre revsaður

Fótbóltssambandið hevur givið honum forboð.

Tá KÍ vitjaði á Argjum hin 27. mars í ár varð Allan Mørkøre burturvístur undir dystinum. Avleiðingin var, at hann slapp ikki at uppihalda seg við leikarunum ein tíma undan komandi landskappingardystinum. Hann fekk eisini forboð at standa á síðulinjuni.

Hin 6. apríl var Allan Mørkøre á vøllinum í Sarpugerði saman við leikarunum, sum hitaðu upp til dystin móti Víkingi. Tá hann varð kunnaður um burturvísingina fór Mørkøre av vøllinum.

Nú hevur Aganevndin tiki avgerð um at revsa venjaran hjá AB við nýggjari burturvísing. Tí stendur hann helst uttan fyri girðingina týskvøldið.