Tað var ein lætti fyri Allan Simonsen, at liðið hjá honum basti Liktinstein. Venjarin fjaldi ikki á tíðindafundinum, at hann var fegin um sigurin, men annars dugdi hann ikki at síggja annað at fegnast um:
? Fyrri hálvleikur var út av lagi vánaligur. Í 2. hálvleiki hekk tað betur saman, men eg kann hvørki vera nøgdur við bóltførleikan ella fysisku støðuna. Komandi ár skulu vit í mars spæla undankappingardystir á útivølli móti Luksemburg og Russlandi. Avrikið móti Liktinstein vísti, at vit eru so langt í frá í tí venjingarstøðuni, sum skal til, um vit skulu standa okkum.
Hvat ætlar tú at gera við tað?
? Tað mugu vit tosa um. Best hevði tað verið, um vit, umframt venjingarleguna í Spania, eisini høvdu tikið lut í onkrari kapping ikki so langt undan landsliðsferðini í mars. Men um nøkur nytta skal vera í einum sovorðnum tiltaki, so er tað neyðugt, at allir teir spælararnir verða tøkir, sum vit ætla at brúka í landsdystunum. Tað verður torført, men vit mugu tosa um hetta.
Tíðindafólkini vildu hava føroyska venjaran at siga teimum, hvussu hann metti avrikið á einum stiga frá 0 til 10:
? Eitt tvey tal. Í 1. hálvleiki vóru vit hepnir, at teir ikki komu á odda. Um teir høvdu skorað, so høvdu fyritreytirnar verið øðrvísi í 2. hálvleiki. Vit vórðu betri í 2. hálvleiki, men hetta var avgjørt ikki nóg gott.