bridge
Tvey umfør í liðkappingini í bridge vóru leikt um vikuskiftið í skúlanum á Kambsdali. Bæði umførini vóru leikt leygardagin.
Í 1. deild hevur liðið hjá Allan Dal- Christiansen lagt seg klárt á odda, meðan liðini hjá Boga Simonsen og Dia Petersen eru jøvn á øðrum plássið.
Støðan í 1. deild
1Allan Dal-Christiansen110
2Bogi Simonsen94
2Dia Jacobsen94
4Gunnar Mouritsen65
5Jóna Grunnveit40
6MBM35
Í 2. deild hevur liðið hjá Hallur Ellingsgaard lagt seg á odda, men av tí at liðið hjá Óla Holm ikk hevði møguleika fyri at spæla sínar dystir hetta vikuskiftið og mangla sostatt tveir dystir og liðini hjá Jórun Johannesen og Maritu Krosstein mangla at spæla ein dyst, skal støðan sum hon er nú takast við fyrivarni.
Støðan í 2. deild
1Hallur Ellingsgaard98
2Ingolf S. Olsen84
3Jórun Johannesen63
4Marita Krosstein50
5Óli Holm49
6Sámal P. Johannesen5
Í 3. deild er liðið hjá Marjun Restorff, ið undan kappingini eisini var mett sum sterkasta lið í 3. deild, klárt á odda við 110, meðan liðið hjá Jákup Egholm er nr. 2 við 88 stigum.
Støðan í 3. deild.
1Marjun Restorff110
2Jákup Egholm88
3Rógvi Nielsen49
4Mortan Thomsen44
Multihold
Multihold er ein háttur í áleið sigur hvussu tey einstøku pørini hava klára seg.
Multihold í 1. deild
Per Kallsberg - Dánjal Pauli Mohr19,57 (7)
Jóannes Mouritsen - Heðin Mouritsen19,20 (7)
Dia Petersen - Marner Joensen17,56 (10)
Allan- Dal Christiansen - Magni Jøkladal17,30 (6)
Bogi Simonsen - Símin Lassaberg16,93 (8)
Multihold í 2. deild verður ikki gjørt upp, tí fleiri dystir ikki eru leiktir
Multihold í 3. deild
Petur A. Johannesen - Eilif Petersen19,04 (8)
Salamon Johansen - Zakaris Joensen18,62 (8)
Jákup Egholm - Tummas Hans15,30 (10)
Grand Prix Parakapping
Sunnudagin varð skipað fyri almennari parakapping í Lonini í Fuglafirði. Kappingin var spæld sum ein barometur kapping, hetta vil siga, at øll spæla somu spøl í sama umfari, soleiðis at hvørt umfar kann vera uppgjørt beinanvegin, og kann tí alla tíðina fylgjast við í samlaðu støðuni.
Vinnari av kappingini gjørdust enn einaferð Eyðun Anthoniussen og Robert Langgaard. Teir fingu ikki færri enn 71 %, ið má sigast at vera sera flott.