Tað er meiri enn so komið fyri, at onkur fuglur hevur látið um, at samskifið millum føroysku venjararnar og landsliðsvenjaran hevur ikki verið nóg gott.
Nú verður nakað ítøkiligt gjørt fyri at tryggja, at talan er um samskifti.
Allan Simonsen kemur til Føroya í sambandi við at landsliðið skal venja vikuskiftið 13. og 14. februar.
Leygardagin 13. februar eru venjararnir bodnir at fylgja venjingini hjá landsliðnum. Seinni á degnum fer venjarafelagið at hava aðalfund, og eftir at tað, sum sambært ásetingunum fyri felagið er fingið frá hondini á aðalfundinum, fer landsliðsvenjarin at siga nøkur orð um føroyskan fótbólt.
Tað eru fimm ár síðani, at Allan Simonsen gjørdist landsliðsvenjari, og ætlanin er, at hann skal siga nøkur orð um, hvussu hann heldur gongdin hevur verið hesi fimm árini, og eisini um hvat hann heldur, at dentur eigur at leggjast á tey næstu fimm árini.
Aftaná verður orðaskifti, og tá er væl hugsandi, at venjararnir fara at nýta høvi at tosa um landsliðið og neyðuga samstarvið millum feløgini, FSF og landsliðsvenjaran, tá tað ræður um landsliðsspælarar og evni til landsliðið.
Í nevndini fyri Fótbóltsvenjarafelag Føroya sita Petur Simonsen, fyrrverandi hjálparvenjari hjá Allani Simonsen, formaður, Jógvan Martin Olsen, sum nú er hjálparvenjari hjá Allani Simonsen og so Petur Mohr.